Heildarveitari innan el-arbeiði

El-Teknik er heildarveitari av el-arbeiði bæði á virkjum, stórum bygningum og sethúsum, frá tekning og projektering til liðugt arbeiði. Fyritøkan ger el-innleggingar, umvælingar og finnur og rættar elektriskar feilir og brek.

Tað eru í miðal 13 - 15 arbeiðsfólk í fyritøkuni - bæði elektrikarar og el-innleggjarar. Eyka arbeiðsmegi verður leigað inn, tá talan er um størri uppgávur og verkætlanir.

El-Teknik hevur egið verkstað og goymslu við el-lutum í Leirvík.