Sp/f El-Teknik fingið nýggjar eigarar.
Jákup Tróndheim, hevur avgjørt at selja Sp/f El-teknik. Nøkur av starvsfólkunum hava keypt fyritøkuna og tey taka við frá 1. mai 2019. Nýggjur stjóri verður Eyðun Poulsen. Eyðun er útbúgvin el-innleggjari. Hann byrjaði i starvi hjá El-Teknik í 2001 og hevur starvast sum verkførari síðani 2007.
Elteknik hevur verkstað og skrivstovu í Leirvík. Í løtuni starvast har 12 fólk, umframt Jákup. Harav eru 3 lærlingar. Jákup hevur sjálvur arbeitt í fyritøkuni øll árini og kemur partvís at halda áfram í fyritøkuni, hóast nýggju eigarnar.
Ætlanin er at halda áfram við virkseminum á sama hátt sum áður og tí verður hettar ikki nakað, ið viðskiftafólk, veitarar og samstarvsfelagar koma at merkja stórvegis til.