UPS og generatorar

El-Teknik bjóðar UPS loysnir og tryggjar tryggleika um streymurin svíkur. Ein UPS-skipan tryggjar at fyritøkur varðveita streymin hóast el-netið sløknar. Tað virkar sum ein neyðstreymsskipan, ið tekur yvir um streymurin fer.

Fyri flestu fyritøkur er tað av stórum týdningi, at hava eina álýtandi elveiting, tað kann kosta nógv í peningi um streymurin sløknar. Ein UPS-skipan tryggjar at fyritøkan t.d. ikki missur týdningarmikið data.

Skipanin virkar sum el-veiting millum almenna el-verkið og el-útgerðina í fyritøkuni.

El-Teknik ger altíð eina neyva greining av tørvinum hjá einstøku fyritøkuni. Hetta kann vera ymiskt alt eftir stødd á fyritøku.